Merking av hemara
Satelitt merking av hemara. Endamálið er at finna útav hvar hemarin ferðast. Merkini upptaka dýpi, temperatur og posisjón 10. hvørt sekund.
Tveir av næmingunum í 2. HIF vóru í heyst við Magna Blástein o.fl. og merktu hemara. Næmingarnir eru Nancy Mikkelsen og Sólvá á Rógvi Joensen.
Tey fóru av Havnini og settu hemaralínuna eystan fyri Nólsoynna. Endamálið við at merkja er at fáa vitan um, hvussu hemarin ferðast.
Luttøkan hjá næmingunum var liður í verkætlan á skúlanum.