Tíðindi

< Vísundavøka á ferð
18.12.2017 15:41 Aldur: 33 days

Jólahugni á skúlanum


Næmingarnir á Miðnámi í Vestmanna hugnaðu sær óført mánamorgunin 18. desember, tá næmingaráðið skipaði fyri jólahugna á skúlanum. Morgunin byrjaði við, at næmingarnir gjørdu fimleik. Síðan gjørdu tey ymisk sløg av bommum, køkum og konfekt, sum hoyra jólunum til. Tey yngru í bygdini sluppu eisini upp í part, tí Vestmanna Skúli hevði lænt framsýningarhøli á skúlanum til fimsframsýning fyri nøkrum av teirra næmingum. Tí vóru bæði yngri og eldri næmingar á skúlanum henda dagin, og onkur foreldur høvdu eisini børnini við í skúla, nú verkfall er á dagstovnaøkinum.