Tíðindi

< 1. flokkur kannar jarðfrøði og vitjar Tjóðsavnið
22.02.2017 13:52 Aldur: 123 days

Opið hús á tilfeingisbreytini 6. mars


Mánakvøldið 6. mars kl. 19.30 bjóðar tilfeingisbreytin í Vestmanna øllum at vera hjartaliga vælkomin, sum vilja vita meira um gymnasialu breytina og síggja stásiligu hølini hjá skúlanum. Tiltakið er serliga ætlað ungum, sum ætla sær at søkja inn á miðnám, og teirra foreldrum, men øll við  áhuga fyri skúlanum eru vælkomin. 

Umsóknarfreistin til miðnámsskúlarnar er úti 15. mars. Tí fara vit at kunna um útbúgvingartilboðið á skúlanum við m.a. framløgum og filmsbrotum, og vitjandi fáa eisini høvi til at tosa við leiðslu, lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Ein kaffi- ella temuður við onkrum góðum afturvið verður eisini at fáa.

Tilfeingisbreytin er serliga ætlað ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúru, umhvørvi og burðardygd. Stutt sagt er talan um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár. Breytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar.