Tíðindi

< Kunning um útbúgvingarmøguleikar eftir miðnám
20.02.2017 17:42 Aldur: 65 days

1. flokkur kannar jarðfrøði og vitjar Tjóðsavnið


Næmingarnir á tilfeingisbreytini gera javnan kanningar í føroysku náttúruni umframt at vitja ymisk søvn og stovnar. Í síðstu viku kannaðu tey ymisk jarðfrøðilig viðurskifti í nærumhvørvinum. M.a. sóu tey lavabørkin omanfyri Vestmanna, gongir í jarðfrøðini og Streymoyarsillina.

Aftaná vitjaðu tey á Tjóðsavninum í Havn, har Palli Askham, savnslærari tók ímóti og greiddi frá um føroyska jarðfrøði, um fláaskipanina og at tað einaferð hevur vaksið frumskógur í Føroyum. At enda vitjaðu næmingarnir framsýningina á Tjóðsavninum. Framsýningin vísir, hvussu føroyskan náttúran hevur broytt seg gjøgnum øldir, og hvussu føroyingar hava gagnnýtt náttúruna í søguligum høpi.