Temadagar mikudagin og hósdagin

Hvør veit frá morgindegnum at siga. Tey eldru, kanska serliga lærarar og vísindafólk halda seg ofta hava góð boð uppá eina ella báðar tvær dómadagsprædikur um framtíðina. Men framtíðin er ikki teirra.

Veðurlagsbroytingar, massaoyðing av náttúru og sløgum og for lítið av mati at føða vaksandi talið av fólki í heiminum eru bara nøkur dømi.

Men passar tað virkuliga, at alt sær so svart út?

Og hvat kunnu vit gera við tað heila?

Eitt er so púra vist, og tað er, at tit ungu, sum nú skulu út í eitt samfelag at virka næstu árini hava tey bestu evnini, at síggja fyri tykkum, hvat morgindagurin hevur at siga. Framtíðin eigur tykkum!

Og nú skulu tit læra at bera boðskapin fram. Til tað krevst ein kraftmikil rødd, góð evni at seta orð saman við meining og ikki minst evnini at kjakast og grundgeva, tá ið meiningin verður avbjóðað.

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...