Frá 18. mai og fram til síðsta undirvísingardag 5. juni, verður vanlig skúlagongd á Miðnám í Vestmanna fyri 1. og 2. flokk.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.