Ídag byrjaðu 20 nýggir næmingar á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna - 13 gentir og 7 dreingir. Umleið helvtin av næmingunum koma úr Vágum, meðan hini koma úr ymsum øðrum bygdum.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.