Tilfeingisbreytin– lokal, grøn og global

Tilfeingisbreytin á Fiskivinnuskúlanum er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni. Tilfeingisbreytin gevur næmingunum almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Á breytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Stutt sagt er talan um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár.

Les meira...

15.05.2015

Seinasti undirvísingardagur í góðum hýri

Seinasti undirvísingardagur er vanliga ólíkur øðrum skúladøgum, og soleiðis var eisini í ár. Næmingarnir í 3. flokki, sum fara til endaligu próvtøku í summar, møttu óvanliga tíðliga henda fríggjamorgunin, og líkt var til, at...[Les meira]


07.05.2015

Smálomb á tilfeingisbreytini

Ilsliga veðrið í lembingartíðini hevur gjørt, at nøkur nýlembd lomb eru komin sera illa fyri, og helst eru nógv, sum ikki hava hóra undan. Tí gjørdu næmingarnir á tilfeingisbreytini sítt íkast fyri at bjarga tveimum lombum, sum...[Les meira]


13.03.2015

Umsóknarbløð í pappírsútgávu

Umsóknarbløð í pappírsútgávu kunnu leggjast í postkassan á Fiskivinnuskúlanum hesar tíðir:Fríggjakøldið 13. mars til kl. 22.00, leygardagin 14. mars frá kl. 08.00 til kl. 22.00,sunnudagin 15. mars frá kl. 08.00 til kl....[Les meira]


09.03.2015

Opið hús týskvøldið 10. mars kl. 19.30

Tilfeingisbreytin á Fiskivinnuskúlanum hevur seinastu tíðina kunnað á flestu framhaldsdeildunum í landinum, og kunningin endar við opnum húsi á skúlanum týskvøldið 10. mars kl. 19.30. Hetta seinasta tiltakið er serliga ætlað...[Les meira]