04. 03. 2010 - Aldur: 185 dagar

Funnu hvønnannan á Fiskivinnuskúlanum

Bólkur: Skúlin

 

Natalia og Terji

Natalia og Terji, sum bæði eru úr Havn, byrjaðu skúlagongdina á Fiskivinnuskúlanum síðsta summar, og stutt eftir gjørdust tey par. Terji er 24 og Natalia er 21 ára gomul. Tey búgva saman við tveimum øðrum næmingum úr sama flokki í einum leigaðum húsum í Vestmanna. Har siga tey seg at trívast væl.

Spurd um, hví næmingar úr Havn velja at koma til Vestmanna at ganga í miðnámsskúla, svara tey bæði, at tey høvdu hoyrt nógv positivt um skúlan, og Terji sigur, at tað eisini hevði stóran týdning fyri hann, at talan var um ein vinnuskúla.

Onnur pør hava eisini funnið hvønn annan á Fiskivinnuskúlanum seinastu árini, og nakrir fyrrverandi næmingar hava funnið sær maka í Vestmanna og eru búsettir í bygdini.