![]() |
|
![]() |
VælkominKundi tú hugsað tær eina øðrvísi miðnámsútbúgving, so er Fiskivinnuskúlin rætta valið. Skúlin bjóðar eina 3-ára yrkisgymnasiala útbúgving sum fiskivinnu- ella matvørustudentur. Tann 2. mars 2009 flutti skúlin inn í ein spildurnýggjan skúlabygning á gomlu ferjuleguni í Vestmanna. Skúlin er 1300 fermetrar til víddar og er útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum og hølum til nútímans undirvísing.
24. 08. 2010 Næmingar kanna sjógvin![]() Kanningar av sjónum er ein náttúrligur partur av undirvísingini í lívfrøði á Fiskivinnuskúlanum. Týsdagin 23. august gjørdu næmingarnir í 1. HIF slíkar kanningar saman við læraranum Fróða Skúvadal. Í góðveðrinum henda dagin... 23. 08. 2010 SIF á seturskúla í Tjørnuvík 17. og 18. august 2010![]() Teir 23 næmingarnir í nýggja SIF flokkinum vóru á seturskúla í Tjørnuvík frá týsdegi til mikudag í fyrstu vikuni í nýggja skúlaárinum, har tey búðu í bygdarhúsinum. Tveir næmingar í 1. HIF, Rasmus og Sára, skipaðu fyri ymsum... 16. 08. 2010 Nýggjur SIF-flokkur á Fiskivinnuskúlanum![]() Mánadagin 16. august byrjaði ein nýggjur SIF-flokkur á Fiskivinnuskúlanum við næmingum ymsastaðni úr Føroyum. Hesa fyrstu vikuna skipar skúlin fyri innleiðsluskeiði. Týsdagin fara nýggju næmingarnir til Tjørnuvíkar, har gist... 03. 08. 2010 Skúlagongdin byrjar aftur![]() Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 16. august. 1. HIF og 2. HIF møta kl. 8.00 og nýggju SIF næmingarnir møta kl. 10.00. 29. 06. 2010 Kongalig vitjan![]() Fiskivinnuskúlin hevði tann stóra heiður at hava kongaliga vitjan mánadagin 28. juni, tá Margretha drotning og Heindrikkur prinsur vitjaðu í Vestmanna.
|
|
Fiskivinnuskúlin * Fjarðarvegur 4 * FO 350 Vestmanna * Tlf. 424 573 |
|