Tíðindi

21. 06. 2010 - Aldur: 76 dagar

Systkinabørnini fyrst liðug

 



Sóleyð E. Poulsen og Meinar Ortind, sum eru systkinabørn, vóru fyrstu næmingarnir, sum fingu húgvuna á høvdið á Fiskivinnuskúlanum í ár. Tey bæði vóru til munnliga próvtøku í lívfrøði A-stig mánadagin 21. juni, og próvtøkurnar gingust væl. Sóleyð fekk 9, og Meinar fekk eitt 10-tal. Gunvør Hoydal hevur verið lærari hjá næmingunum í lívfrøði A seinasta árið.

Meinar og Sóleyð fáa prógvini handað á samkomu á Fiskivinnuskúlanum hósdagin 24. juni kl. 14 saman við 12 øðrum næmingunum, sum hava tikið 3-ára gymnasialu útbúgvingina í Vestmanna.


Skriva leitorð