Tíðindi

09. 06. 2010 - Aldur: 88 dagar

Tveir nýggir lærlingar lidnir við skúlagongdina

 


Anna Maria og Peder


Óluva, Regin og Anita

Anita Arge og Anna Maria Holm Nolsøe eru í læru sum landbúnaðartøkningar. Tær eru júst lidnar við skúlapartin. Báðar hava verið til yrkisroynd, sum tær stóðu við góðum úrslitum. Skúlaprógvið verður handað lærlingunum, tá prógvhandan verður á Fiskivinnuskúlanum hósdagin 24. juni kl. 14.00.

Lærutíðin er 3 ár og tveir mánaðir. Fyrra skúlaskeiðið gingu tær saman við SIF flokkinum skúlaárið 2007-2008. Seinna skúlaskeiðið í skúlaárinum 2009-2010 er  fyriskipað av Fiskivinnuskúlanum, meðan skúlagongdin hevur verið á Búnaðardeplinum í Kollafirði tveir dagar um vikuna.

Anna Maria er í læru á Royndarstøðini í Kollafirði, har Peder T. Haahr er lærumeistari.

Anita er í læru á garðunum hjá sp/f ROJH í Skálafirði, har hjúnini Óluva og Regin Borðoy standa fyri praktisku læruni.


Skriva leitorð