Tíðindi

10. 02. 2010 - Aldur: 207 dagar

Vestmannaungdómar á vitjan

 




Í hesum døgum søkir Fiskivinnuskúlin eftir nýggjum næmingum, sum byrja skúlagongdina eftir summarfrítíðina. Tí gleðast vit um at kunna bjóða næmingum úr framhaldsdeildunum úr nógvum føroyskum bygdum at vitja á nýggja Fiskivinnuskúlanum og at kunna tey um útbúgvingartilboðini, vit bjóða.

 

Fleiri skúlar hava tikið av tilboðnum at síggja skúlan og fáa kunning um gymnasialu útbúgvingina á skúlanum. Tó eru vit kanska mest fegin um at kunna vísa vestmannaungdómi ein tann mest framkomna miðnámsskúlan í landinum, sum harafturat bara liggur eitt hanagleiv heimanífrá.

 

Mikudagin 10. februar vitjaðu næmingar úr 10. flokki á Vestmanna Skúla á Fiskivinnuskúlanum, og dagin eftir fingu vit vitjan av næmingum úr 9. flokki. Næmingarnir vórðu vístir runt á skúlanum, har tey vórðu kunnað um allar teir møguleikar, sum nýggi Fiskivinnuskúlin hevur at bjóða innan framkomnar undirvísingarhættir.

 

15. mars er umsóknarfreistin úti at søkja inn á Fiskivinnuskúlan, og vit vænta at fáa nógvar umsóknir, nú vit hava so framúrskarandi karmar til tey ungu.

 

Myndirnar vórðu tiknar mikudagin 10. februar, tá 10. flokkur í Vestmanna var á vitjan.


Skriva leitorð