![]() |
|
Tíðindi21. 01. 2010 - Aldur: 227 dagar
Onki ivamál um góðkenningTað er nú sligið púra fast, at útbúgvingin á Fiskivinnuskúlanum er góðkend til hægri lestur í Danmark og Norra og í teimum londum, sum Danmark og Norra samstarva við á útbúgvingarøkinum. Hetta gjørdist greitt longu tíðliga síðsta summar, men hesum hava fjølmiðlarnir ikki víst stóran áhuga. Fjølmiðlarnir gjørdu annars nógv burtur úr einum næmingi við prógvi frá Fiskivinnuskúlanum síðsta summar, sum hevði rent seg í trupulleikar, tá hann søkti inn á Universitetið í Tromsø. Í telduposti tann 3. september í fjør varð Jóan Karl Joensen boðin vælkomin at byrja á Universitetinum í Tromsø, og samstundis boðaðu norsku skúlamyndugleikarnir frá, at teir høvdu góðkent HIF-útbúgvingina frá Fiskivinnuskúlanum til allar hægri lærustovnar og Universitet í Norra. Eisini í Danmark eru tey formligu viðurskiftini um góðkenning fingin upp á pláss. Hetta varð avgreitt á fundi í Keypmannahavn millum umboð fyri Mentamálaráðið og danska Undirvísingarmálaráið tann 30. september í 2009. Í hesum sambandi ynsktu donsku skúlamyndugleikarnir nakrar smærri tillagingar í útbúgvingini á Fiskivinnuskúlanum, sum skúlin beinanvegin setti í verk.
Skriva leitorð
|
|
|
Fiskivinnuskúlin * Fjarðarvegur 4 * FO 350 Vestmanna * Tlf. 424 573 |
|