Starvsskipan fyri lestrarvegleiðing
Endamál: At veita næmingunum ráð og vegleiðing í spurningum, sum hava við sjálvan lesnaðin at gera og í persónligum spurningum.
Ábyrgd Lestrarvegleiðarin
Mannagongd: Tá næmingarnir fáa fráboðan um, at teir eru tiknir inn á skúlan, skulu teir samstundis kunnast um teir møguleikar, sum eru viðvíkjandi lestrarvegleiðing. Kunngjørt verður hvørjar fastar viðtalutíðir lestrarvegleiðarin hevur, og um møguleikar eru fyri viðtalu uttan fyri hesar tíðir.
Við skúlaársbyrjan skal lestrarvegleiðarin veita næmingunum hjálp í sambandi við stuðuls- og lánsumsóknir.
Í aug/sept skal lestrarvegleiðarin skipa fyri skeiði fyri næmingun-um í 1. flokki, har tey skulu læra lestrar-, lesi- og notatteknikkUm várið skal lestrarvegleiðarin skipa fyri skeiði fyri 1. ársnæmingar, har tey skulu læra próvtøkuteknikk.
Lestrarvegleiðarin skal síggja til, at handbøkur um víðari lestur eru á skúlanum, eins og vegleiðarin eisini skal hjálpa og vegleiða næmingunum, tá tey søkja um upptøku til víðari lestur.
Skrásetingar: Einki skal skrásetast um persónlig viðurskifti hjá næmingum. Hetta verður ein spurningur um álit millum næmingarnar og lestrarvegleiðaran.