![]() |
|
Vitjan av kongshjúnunumFiskivinnuskúlin hevði tann stóra heiður at hava kongaliga vitjan mánadagin 28. juni, tá Margretha drotning og Heindrikkur prinsur vitjaðu í Vestmanna. Vitjanin byrjaði uttanfyri Fiskivinnuskúlan, har Karl A. Olsen, bygdaráðsformaður, og hinir limirnir í bygdaráðnum tóku ímóti. Heilt fitt av fólki var savnað uttanfyri skúlan fyri at heilsa upp á gestirnar. Síðan var rundvísing á skúlanum, har Jákup Andreasen og Ingunn Winther Olsen greiddu frá. Til heiðurs fyri kongshjúnini hevði skúlin skipað fyri eini næmingaroynd í smáverulívfrøði, sum Jákup Mørkøre, lærari, greiddi kongaligu gestunum frá um. Seinni um kvøldið var døgurði fyri innbodnum í matstovuni á skúlanum saman við kongshjúnunum. Eini 70 fólk vóru til døgurðan, har borðreitt var við góðum mati í einum hugnaligum umhvørvi.
(Klikk á myndirnar fyri at vaksa um tær) |
|
|
Fiskivinnuskúlin * Fjarðarvegur 4 * FO 350 Vestmanna * Tlf. 424 573 |
|