![]() |
|
![]() |
VælkominKundi tú hugsað tær eina øðrvísi miðnámsútbúgving, so er Fiskivinnuskúlin rætta valið. Skúlin bjóðar eina 3-ára yrkisgymnasiala útbúgving sum fiskivinnu- ella matvørustudentur. Tann 2. mars 2009 flutti skúlin inn í ein spildurnýggjan skúlabygning á gomlu ferjuleguni í Vestmanna. Skúlin er 1300 fermetrar til víddar og er útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum og hølum til nútímans undirvísing.
29. 06. 2010 Kongalig vitjan![]() Fiskivinnuskúlin hevði tann stóra heiður at hava kongaliga vitjan mánadagin 28. juni, tá Margretha drotning og Heindrikkur prinsur vitjaðu í Vestmanna.
25. 06. 2010 Nógv fólk til prógvhandanina 24. juni![]() Nógv nýttu høvi at vitja á Fiskivinnuskúlanum til prógvhandanina hósdagin 24. juni. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, var gestarøðari. 2 næmingar fingu fyri skúlaváttan fyri yrkisútbúgving innan landbúnað, 21... 21. 06. 2010 Systkinabørnini fyrst liðug![]() Sóleyð E. Poulsen og Meinar Ortind, sum eru systkinabørn, vóru fyrstu næmingarnir, sum fingu húgvuna á høvdið á Fiskivinnuskúlanum í ár. Tey bæði vóru til munnliga próvtøku í lívfrøði A-stig mánadagin 21. juni, og próvtøkurnar... 18. 06. 2010 Prógvhandan 2010 á Fiskivinnuskúlanum![]() Hósdagin 24. juni kl. 14.00 verða prógvini handa næmingunum. Í ár fáa 14 næmingar HIF prógv, 22 fáa SIF prógv, ein fær stakgreinaprógv og tveir lærlingar fáa prógv sum landbúnaðartøkningar. Gestarøðari verður Jóan Pauli... 09. 06. 2010 Tveir nýggir lærlingar lidnir við skúlagongdina![]() Anita Arge og Anna Maria Holm Nolsøe eru í læru sum landbúnaðartøkningar. Tær eru júst lidnar við skúlapartin. Báðar hava verið til yrkisroynd, sum tær stóðu við góðum úrslitum. Skúlaprógvið verður handað lærlingunum, tá... |
|
Fiskivinnuskúlin * Fjarðarvegur 4 * FO 350 Vestmanna * Tlf. 424 573 |
|